Frændur! Teir duga síni ting. Enn ein perla, av einum video lagið. :) Gamalt, men 'hamrandi' gott! :)
@JohanHJ88
13 жыл бұрын
Dámar væl at hann situr við einari teldu.. tað hevur hann langt síðani hugsa um, at vit fóru einaferð frammi í tíðini, at sita og hugsa um gamlar dagar gjøgnum youtube ;)
@mcniggy
14 жыл бұрын
All we need is lóww :D
@bb3ca201
9 жыл бұрын
does anyone have the lyrics to this?
@markyc100
8 жыл бұрын
+Robert W Eg minnist mín heim, mín bý - og mína ungdómstíð, summarkvøld, dans og aðrar løtur, tá fullmánin flenti at tær, og elskhug' í luftini var, í kvøld vit skulu ganga gamlar gøtur. Nú vágin er spegilsklár, í lotinum flákrar títt hár, gras og steinar nema tínar føtur, her gingu vit hond í hond, mong kvøldini fram við strond, her vit bæði festu sterkar røtur. Á mínum cowboyjakka eitt friðarmerki stóð, og vit sungu saman tá "All you need is love" lívið tað var okkara - vit áttu hesa tíð, vit høvdu egnar taknar, og vit vildu vera frí Vit eiga eitt heim, ein bý, - men nú er ein onnur tíð, eg sakni fjørusand og grønar fløtur tá dagsins stíð er av, at býurin ikki svav, men fólk tey funnu út til hugnaløtur. Tað vakra hugtekur øll - víkirnar, eiði og fjøll sum skaptu lív og kor, ja henda býin: hetta var fedranna vón, í dag er ein onnur sjón; hvat bjóðar okkum nú tann nýggja tíðin? Eg slitið havi jakkan, har mítt friðarmerki stóð, men inni í mær sjálvum dansa enn tey somu ljóð, tað er nú, vit skulu liva, tað er nú, vit eiga tíð og kærleika til heimlandið, til fólk og hendan bý. Eg altíð vil kenna tað væl, eg elski jú haga og dal og alt, sum í náttúru tíni dregur, vøkur ert tú á nátt, dagurin lýsir brátt, í ørmum mínum liggur tú og svevur.
Пікірлер: 7