Royðu-Dánjal og hansara arbeiðslið bróta royðu í Nólsoy í 1952. 8 mm litfilmur hjá Gunnari Gunnarsson (1916-1992). Vit síggja hørðu og torføru arbeiðsgongdina við at bróta royðu úti í Hósmøl í Nólsoy í 1952. Royðan var sigld til Danmarkar har hon fór til málingaídnaðin fyri at framleiða serstaka reyða máling. Á upptøkuni sæst eisini skipið "Vesturvík", ið var skrásett í Famien sum Fámjin nevndist tá. Sambært Egoni Hansen, fyrrverandi lærara úr Nólsoy er tað Oliver á Høgaryggi, ið er maðurin sum síður, og maðurin sum skumpar royðu er Petur Holm.
- Күн бұрын
Royðu-Dánjal og hansara arbeiðslið bróta royðu í Nólsoy í 1952 (Gunnar Gunnarsson)
- Рет қаралды 3,382
Пікірлер