Nú koma páskirnar.
Børnini gleða seg,
tí at tá páskaregg rulla tey.
Niðan tey spenna,
oman tey renna,
bera so eggini niðan á heyg.
Rulla páskaregg,
rulla páskaregg.
Rulla reyð, rulla blá,
rulla hvít, rulla grá.
Mamma mín, pápi mín,
abbi mín, omma mín
fara at rulla sum børnini øll.
Sigrun og Hanna
rulla, og Anna
sigur, at eggini brotna, er spell.
Rulla páskaregg,
rulla páskaregg.
Rulla reyð, rulla blá,
rulla hvít, rulla grá.
Dagurin líður,
tíðin hon flýgur,
eggini brotna nú so við og við.
Børnini møðast,
eisini tey frøast.
Nú man tað síðsta skjótt fara í tvey.
Rulla páskaregg,
rulla páskaregg.
Rulla reyð, rulla blá,
rulla hvít, rulla grá.
Nú endar dagurin,
børnini fara inn,
fara at sova og eru so mett.
Um summarið droyma tey,
um lomb og um stóran seyð.
Vakna um morgunin frísk og væl sett.
Rulla páskaregg,
rulla páskaregg.
Rulla reyð, rulla blá,
rulla hvít, rulla grá.
Негізгі бет Rulla páskaregg
Пікірлер