Orð og lag: Hans Jørn Østerby
Týtt: Gunnar Reynslág
Niðurlag:
Veitslurómur er og gleði,
tá eg komi heim.
Veitslurómur er og gleði,
tá eg komi heim.
Guð mær møtir har
við opnum ørmum í Jerusalem.
Hitta skal eg allar vinir mínar,
hond eg rætti teim,
tá eg komi heim.
1. Vers:
Tann yngri heiman rýmdi í barmi ynski ber.
Hann gjørdi tí tað valið í heimin út fer.
Heiman Faðirin hann syrgir, leingist so nógv hann.
Leingist eftir tí at fevna hann sín kæra son.
Knappliga ein dag hoyrir hann tá: “Minnist tú ei meg?”
Tá ljóðar so sælt: “Nú veitsla er! Tí saknaður tú vart!”
2. Vers:
Eg kenni ikki leiðina, sum her eg ganga má.
Mær møta man ymsum ei skil fái á.
Um eg haldi fast í Jesus og hann sleppur ei,
tá kann eg sjálvt í myrkri finna inn á røttu leið.
Á himli bíða einglar eftir teim, ið koma heim.
Tey hevja røddina, og nú tey kenna gleði, gleim.
Brúgv:
Slík veitsla, sum ei nakar her sá.
Kom og ver við.
Við á vegnum til Guðs land
til gleði, dýrd og frið.
Негізгі бет Veitslurómur er og gleði
Пікірлер